Útgreinan av lóggávuni á genomøkinum

Ein arbeiðsbólkur undir Heilsumálaráðnum handaði 21. august eitt álit við heitinum: “Útgreinan av lóggávuni á humangenomøkinum í Føroyum”.

Álitið er úrslit av útgreiningum hjá bólkinum, sum hevur arbeitt við spurninginum síðani í desember 2013. Álitið kann lesast her

Samanumtikið staðfestir arbeiðsbólkurin, at í Føroyum hava vit lóggávu, ið tryggjar borgaran í sambandi við genomgransking og genomkanningar. Her verður serliga hugsað um lóg um Vísindasiðseminevnd, ílegulógina, lóg um sjúklingarættindi og persónsupplýsingarlógina.

Í álitinum verður tó mælt til fleiri lógarbroytingar í omanfyrinevndu lógum, umframt at seta í gildi nýggja lóggávu á økinum. Hetta fyri betur at tryggja borgaran í sambandi við gen- og genomgransking og -kanningar.

Í høgra bredda kanst tú, umframt at taka niður álitið, eisini lesa ein enskan samandrátt av útgreiningini.