Rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsla
Heilsumálaráðið veitir stuðul til trý viðgerðarstøð í Føroyum. Hesi eru viðgerðastovnarnir Heilbrigdi, Frælsi og Blákrossheimið.
Í Fólkaheilsuætlanini frá 2006 vóru orðaði nøkur ítøkilig heilsupolitisk tiltøk, sum skulu virka fyri at fyribyrgja rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu í Føroyum. Tiltøkini vóru hesi:
- Vitan um rúsdrekka- og rúsevnisvanar skal fáast til vega
- Upplýsing um heilsuvandar við rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu
- Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur skal orðast á øllum arbeiðsplássum
- Talið av rúsdrekka- og rúsevnisfríum umhvørvum skal økjast
- Viðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu
- Fyribyrgjandi átøkini móti rúsdrekka. og rúsevnismisnýtslu skulu styrkjast. Hetta er serliga galdandi fyri tiltøk, sum eru ætlað børnum og ungum
- Eftirlitið við innflutningi av ólógligum rúsevnum skal gearst munadyggari og virknari