Psykiatrilógin

Nýggj psykiatrilóg varð sett í gildi 1. oktober 2009. Endamálið við nýggju psykiatrilógini er at bøta um rættarstøðuna hjá psykiatriskum sjúklingum í sambandi við frælsistøku, tvingsilsviðgerð og aðra tvingsilsnýtslu á Psykiatriska deplinum.

Lógin skal somuleiðis tryggja, at sjúklingarnir í so stóran mun, sum til ber, verða tiknir við og fáa ávirkan á viðgerðina og á egin viðurskifti annars.

Samanborið við galdandi lóg um uppihald á sjúkrahúsi hjá sinnissjúkum persónum frá 1938, ber lógin m.a. í sær, at treytirnar fyri at nýta tvingsil í sambandi við innlegging, uppihald og viðgerð á Psykiatriska depilinum verða herdar og nágreiniliga lýstar.

Psykiatrilógin er ein samanskriving av fylgjandi lógum:

  • Lov nr. 331 af 24/05/1989. “Lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien”
  • Lov nr. 389 af 14/06/1995.” Lov om ændring af lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien”.
  • Lov nr. 403 af 16/06/1998. “ Lov om ændring af lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien, retsplejeloven og straffeloven”.
  • Lov nr. 1371 af 20/12/2004. “Lov om ændring af lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien
  • Lov nr. 534 af 08/06/2006 “Lov om ændring af lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien og retsplejeloven.

Harumframt eru tillagingar gjørdar til føroysk viðurskifti.

Víðfevndar broytingar í sambandi við tvingsli
Ríkislógartilmælið byggir á tað grundsjónarmið, at tvingsil í sambandi við innlegging, uppihald og viðgerð á Psykiatriska depilinum eigur at verða fyribyrgt og sloppið undan í tann mun, tað yvirhøvur ber til, tá ið hugsað verður um lív, heilsu og vælferð hjá sjúklingunum sjálvum ella hjá øðrum.

Tað er tó ein sannroynd, at tað ikki slepst undan at nýta tvingsil á psykiatriska økinum. Ríkislógartilmælið hevur tískil greiðar ásetingar viðvíkjandi tvingsilsnýtslu av ymiskum slagi. Meginreglan um tað minsta inntrivið verður lógarfest og galdandi fyri allan tvingsil, so at tvingsil ikki verður nýttur meira enn hægst neyðugt til tess at røkka einum ávísum endamáli.

Lógin inniheldur somuleiðis eina røð av ásetingum um treytir og mannagongdir í sambandi við tvingsilsnýtslu á Psykiatriska deplinum.