Psykiatriski Depilin

Psykiatriski depilin er tænastuveitari til psykiatrisku deildirnar á Landssjúkrahúsinum og virkar eisini við ambulantari eftirviðgerð í ávísan mun. Depilin hevur somuleiðis ábyrgdina av økissálarfrøðiligari viðgerð. Í samstarvi við heimarøktina hevur psykiatriski depilin harumframt ábyrgdina av sosialpsykiatriskari viðgerð. Depilin samstarvar eisini við felagsskapin "Sinnisbata".

Psykiatriski depilin veitir viðgerð fyri sálarligum sjúkum í breiðari merking.