Hvíldarheimið Naina

Á heiminum er pláss fyri 25 fólkum. Heimið er ætlað sum hvíldar- og eftirbataheim. Innleggingartíðin er í mesta lagi fýra vikur í senn. Hvíldarheimið Naina heldur til í Gundadali í Havn.

Pláss á Hvíldarheiminum kann fáast í samráð við kommunulækna ella sjúkrahús.

Hvíldarheimið er sjálvsognarstovnur. Lógargrundarlagið undir Hvíldarheiminum Nainu er Ll. nr. 18 frá 9. apríl 1964 um raksturin hjá Hvíldarheiminum Nainu, ið ásetur, at "landskassin letur árliga studning við játtan á fíggjarlógini". Írestandi útreiðslur gjalda kommunurnar og Heilsutrygd.