Serviðgerð uttanlands
Sjúklingur hava viðhvørt tørv á viðgerð, ið ikki kann veitast í Føroyum og tá er neyðugt at senda sjúklingin uttanlands til viðgerð.
Meginparturin av teimum føroysku sjúklingunum, sum fara uttanlands, verða sendir til Ríkissjúkrahúsið, og í tí sambandi verður tað á hvørjum ári gjørd ein avtala millum føroyska sjúkrahúsverkið og Ríkissjúkrahúsið um at nýta teirra fasilitetir fyri at viðgera føroysku sjúklingarnar.
Lógin um Sjúkrahúsverk Føroya staðfestir, at yvirlæknar í føroyska heilsuverkinum hava møguleika at senda sjúklingar uttanlands, tá tørvur er á viðgerð, ið ikki kann verða fingin í Føroyum,
Leiðbeining til sjúklingar
Sjúkrahúsverkið hevur latið gjørt eina leiðbeinging til sjúklingar sum fara uttanlands til kanningar og viðgerð. Í leiðbeiningini verður svarað teimum vanligastu spurningunum frá sjúklingum og avvarðandi, sum skulu uttanlands í sjúkraørindum. Leiðbeiningin kann takast niður í høgra bredda.
Sjúklingahotellið Tórshavn
Endamálið við Sjúklingahotellinum Tórshavn er at hýsa sjúklingum og avvarðandi, sum føroyska sjúkrahúsverkið sendir uttanlands til viðgerðar.