Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið átekur sær sjúkugreiningar, viðgerðir og røkt av bæði likamliga og sálarliga sjúkum fólki.

Sjúkrahúsverkið fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús, Sjúklingahotellið Tórshavn, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og annað. Ein felags leiðsla er skipað fyri tey trý sjúkrahúsini.

Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum og er eitt tað størsta einstaka arbeiðsplássið í landinum. Visjónin er at kunna bjóða føroyingum eina góða heilsutænastu á alsamt fleiri økjum heima í Føroyum, og har hetta ikki er møguligt, so at tryggja sjúklingum viðgerð ígjøgnum gott samstarv við sjúkrahús uttanlands.

Á Landssjúkrahúsinum eru ca. 850 starvsfólk býtt í umleið 30 starvsbólkar, 127 seingjarpláss og um 29 serlæknaøkjum, íroknað 9 konsulentøkir. Innan fleiri onnur serlæknaøki er ráðgeving skipað, soleiðis at læknar uttanlands eru við í viðgerðini av sjúklingum á Landssjúkrahúsinum.

Uppgávan hjá sjúkrahúsinum er at kanna, viðgera, røkta og venja sjúklingar uppaftur. Sjúkrahúsið hevur eina bráðfeingis  tilbúgvingarskipan alt samdøgrið innan tey stóru serlæknaøkini.

Sum aðalmál vil Landssjúkrahúsið stuðla undir eitt sameint sjúkrahúsverk á altjóða stigi, eyðkent fyri nýhugsan.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Klaksvíkar sjúkrahús hevur eina felags seingjadeild fyri heiliráð- og skurðøkið, ið hevur 28 seingjapláss.

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er settur ein yvirlækni innan medisin og tveir yvirlæknar innan kirurgi. Avloysarar røkja sergreinina anæstesi, og hjálparlæknar røkja forvaktina. Ryggambulatorium og serligt viðgerðartilboð er til børn. Klaksvíkar sjúkrahús samstarvar við Landssjúkrahúsið innan læknaligu serøkini. Millum annað er samstarv við røntgenlækna. Av og á koma serlæknar í øðrum greinum á sjúkrahúsið, millum annað innan urologi, handkirurgi og akslakirurgi.

Eina ferð um vikuna hevur rannsóknarstovan á Klaksvíkar sjúkrahúsi opið í Læknamiðstøðini í Gøtudali, umframt í Runavík.

Suðuroyar Sjúkrahús

Suðuroyar sjúkrahús hevur eina felags skurð- og heiliráðdeild. Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru settir tveir yvirlæknar innan kirurgi og ein medisinskur yvirlækni. Suðuroyar sjúkrahús hevur 26 seingjarpláss. Sjúkrahúsið hevur eisini eitt laboratorium í Læknamiðstøðini í Vági, ið er opið tvær ferðir um vikuna, har møguleiki er hjá ambulantum sjúklingum at fáa tikið blóðroyndir o.a. Ætlanin er at menna serlækna útitænastuna aftur.

Læknavaktin

Læknaforvaktin er skipað soleiðis, at hon millum kl. 16:00 og kl. 8:00 virkar sum vakthavandi í samstarvi við kommunulæknaskipanina (1870).