Talgild heilsuskipanin

Talgilda heilsuskipanin (THS) er felags journal og samskiftisskipan á teimum trimum sjúkrahúsunum og hjá kommunulæknunum. Harumframt eru apoteksverkið og ellis- og røktarheim knýtt at skipanini.

Skipanin er við til at tryggja høga heilsufakliga góðsku, skynsama nýtslu av tilfeingi og heilivági, og at gongdin hjá sjúklingunum hongur saman.

THS savnar allar upplýsingar um sjúklingar í eini skipan, so at allar heilsuupplýsingar hjá tí einstaka eru tøkar uttan mun til, um ein fer til kommunulækna ella til serlækna, fer til kanningar í einum ambulatorium ella verður innlagdur á eitt av sjúkrahúsunum. Síðani apoteksverkið og ellis- og røktarheimini eisini vórðu knýtt í skipanina, hevur hon eisini stuðlað undir, at búfólk á ellis- og røktarheimum altíð fáa heilivágin, sum lækni hevur ávíst.

Um 1.000 heilsustarvsfólk brúka THS sum sítt dagliga arbeiðsamboð.

NÝTSLUMETING AV THS

Frágreiðing um nýtslumeting av THS, sum granskarar frá Handilsháskúlanum hava gjørt seinna hálvarið 2009. Sí frágreiðing her:
Effektvurdering af EPJ på Færøerne

THS GRANSKINGAR-VERKÆTLANIR

Her er framløgurnar og greinarnar, sum vóru nýttar í fyrilestrunum ”Dynamiske aspekter af tillid i implementeringsprojekter” og ”Effektmåling” á Fróðskaparsetrinum týskvøldið 9. mars 2010.

Analyzing trust perceptions
Forelæsning
Præsentation HMR FO
Præsentation UNI FO
Præsentation seminar hmr