Læknavaktin 1870

Læknavaktin er ætlað teimum, sum brádliga gerast sjúk, og tað ikki kann bíða, til tað ber til at fáa fatur á egnum kommunulækna. Læknavaktin fevnir um allar Føroyar.

Tey, sum hava tørv á Læknavaktini, skulu ringja á telefon 1870. Læknavaktin heldur til í hølum á Landssjúkrahúsinum.

Upplatingartíðir:

Mánadag-fríggjadag kl. 16.00-08.00.
Vikuskifti og halgidagar er opið alt samdøgrið.

Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum er nærri kunning um Læknavaktina 1870.