Ert tú sjúk/-ur, ella heldur teg hava sjúkutekin

Gerandisdagar frá kl. 8-16 kanst tú ringja til tín kommunulækna.

Borgarar, sum ikki hava ein fastan kommunulækna at venda sær til, kunnu venda sær til annan kommunulækna.

Eftir kl. 16 gerandisdagar og í vikuskiftum kanst tú ringja til Læknavaktina á 1870.

 

Coronalinjan

Um tú hevur spurningar um eitthvørt, sum viðvíkur coronavirussmittuni ella íkomnu støðuni, ber til at ringja 30 40 40.

Ivast tú til dømis í, hvussu tú skal bera teg at í sóttarhaldi, hvussu lønarviðurskifti nú verða skipað, tørvar tær ráðgeving í sambandi við ferðing ella okkurt heilt annað, ert tú vælkomin at ringja til Coronalinjuna.

Coronalinjan svarar mánadag til hósdag frá kl. 10-15.

www.corona.fo

Á heimasíðuni corona.fo fært tú kunning um sjúkueyðkenni, reinføri og ráð, sóttarhald, ferðing, ansing, arbeiði og løn og tilmæli frá myndugleikunum. Harumframt vera viðkomandi hagtøl, tíðindi og kunningartilfar eisini at síggja.

 

Kunningartilfar

Á hesi síðuni finnur tú tað kunningartilfar, sum føroysku myndugleikarnir hava framleitt í sambandi við covid-19. - corona.fo/tilfar