
Koppingarætlanin varð handað landsstýrismanninum í heilsumálum 16. desember 2020.
Koppingarætlanin er eitt fakligt tilmæli, har støða er tikin til, hvussu tilboðið um koppseting fyri COVID-19 skal raðfestast, hvar koppsetingin skal fara fram, umframt praktisk og skipanarlig viðurskifti í sambandi við koppsetingina.
Koppingarevnini koma til Føroya í avmarkaðum nøgdum. Hetta merkir, at tað ikki er møguligt at bjóða øllum føroyingum koppseting fyri COVID-19 í senn. Tí verður koppingarætlanin býtt upp í partar eftir, nær koppingarevnini koma til Føroya.
Koppingarætlanin, sum er handað landsstýrismanninum í dag, er fyrsti partur av koppingarætlanini fyri Føroyar, sum tekur støði í fyrstu nøgdunum av koppingarevni, sum koma til Føroya i næstum.
Koppingarætlanin kann lesast her.