
Heilsuhagtøl
Á hvørjum ári letur Heilsumálaráðið heilsuhagtøl til Hagstovuna. Niðanfyri eru nøkur dømir um hagtøl um heilsuverkið úr hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni.
- Seingjarpláss, innleggingar og seingjadagar á sjúkrahúsunum
- Fosturtøkur skiftar á aldur á konufólkunum
- Størv á sjúkrahúsunum
- Apotekini, heilivágsøla skift á brúkarabólkar og viðgerðarbólkar
- Tal av viðtalum hjá kommunulæknum
Fleri hagtøl eru at finna á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroyar undir heilsuhagtøl.
Á heimasíðuni hjá Landslæknanum eru eisini heilsuhagtøl at finna – sí her.