NOMESCO
Heilsumálaráðið luttekur í tí norðurlendska samstarvinum í NOMESCO (the Nordic Medico-Statistical Committee), sum er ein nevnd undir Norðurlandaráðnum.
Endamálið við NOMESCO er:
- at hava ábyrgdina av, at heilsuhagtølini í Norðurlondum verða samskipað
- at seta í verk verkætlanir, lutvíst fyri at gera hagtølini betri at samanbera og lutvíst fyri at tryggja, at kunnleikin á heilsuhagtalsøkinum í Norðurlondum verður nýttur á besta hátt
- at upplýsa um norðurlendskt virksemi við hagtølum um heilsu, fyrst og fremst við at geva út frágreiðing við heilsuhagtølum, men eisini við at útgeva úrslit frá serligum verkætlanum, kanningum o.s.fr.
- at samskipa og taka lut í altjóða hagfrøðiligum samstarvi
Føroyar luttaka í ritstjórnini av árligu útgávuni av frágreiðingini hjá NOMESCO "Health Statistics in The Nordic Countries", har vit eisini lata hagtalstilfar á sama stigi sum hini Norðurlondini.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá NOMESCO.