Endurgjaldsmøguleikar

Hevur tú fingið mein av kanning ella viðgerð í heilsuverkinum, ella hevur tú fingið mein av heilivági, sum tú hevur fingið fyriskrivað frá lækna, hevur tú møguleika fyri at fáa endurgjald frá Patienterstatningen (Sjúklingartryggingini).

Allar viðgerðir, sum eru framdar av ella eftir ávísing frá løggildum heilsustarvsfólkum og øll viðgerðarstøð, har løggildað heilsustarvsfólk starvast, eru umfatað av sjúklingatryggingini.

Hetta merkir, at sjúklingatryggingin fevnir um skaða í sambandi við viðgerð á sjúkrahúsum, hjá egnum lækna, hjá serlækna ella hjá øðrum privatvirkandi løggildum heilsustarvsfólki. Sjúklingatryggingin fevnir eisini um skaðar elvdir av læknafyriskrivaðum heilivági.

Sjúklingatryggingin fevnir somuleiðis um skaðar, hendir í sambandi við kanning/viðgerð uttanlands eftir ávísing frá føroyska sjúkrahúsverkinum.

Tað er Patienterstatningen, ið viðger málið, og tað er ókeypis at fráboða skaðan til Patienterstatningen.

Støða verður tikin til, um sjúklingurin hevur fingið ein skaða, sum er elvdur av kanning, viðgerð ella heilivági, og um skaðin er meira álvarsligur enn sjúklingurin eigur at tola í mun til ta sjúkuna, sum sjúklingurin fær ella er viðgjørdur fyri.

Um so er, ger Sjúklingatryggingin upp, hvussu stóran miss sjúklingurin hevur havt orsaka av skaðanum og ásetur endurgjaldsupphæddina. Ein sjálvsábyrgd áljóðandi 7.971 kr. (2021-støði) verður drigin frá endurgjaldsupphæddini tá talan er um viðgerðar- og heilivágsskaðar.

Gev gætur, at serligar reglur eru galdandi fyri blóðgevar og gagngevar. Hetta merkir, at treytirnar fyri, at hesir kunnu fáa endurgjald, eru munandi linari enn fyri sjúklingar.

Um tú ert ósamd/ur við avgerðini hjá Patienterstatningen, kanst tú kæra avgerðina til Ankenævnet for Patienterstatningen, sum er ein partur av Styrelsen for Patientsikkerhed.

Tú kanst lesa nærri um tínar endurgjaldsmøguleikar í vegleiðing um møguleikar fyri endurgjaldi, sí høgra bredda.

Um tú ynskir at søkja um endurgjald fyri skaða í samband við tannlæknaviðgerð
Tandlægeforeningens Tandskadeerstatning viðgerð umsóknir um endurgjald fyri skaða í samband við tannlæknaviðgerð.

Ynskir tú at søkja um endurgjald, skal tú fráboðað skaðan hjá Tandskadeerstatningen

Endurgjald verður bert veitt, um so er at endurgjaldið verður mett til meira enn 10.000 kr.

Alt endurgjald undir hesa upphædd fellur burtur.

Ein skaði skal fráboðast í seinasta lagi 3 ár eftir, at ein varnast ella átti, at havt varnast skaðan.

Ein skaði, ið ikki er fráboðaður 10 ár eftir, at skaðin er hendur, er endaliga fyrnaður.

Viðkomandi lógir á økinum:

Lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (A. nr. 1248/2011)

Lov om erstatningsansvar (A. nr. 582/2008)