Kærumøguleikar

Sum sjúklingur hevur tú møguleika fyri at kæra um viðgerð, tú hevur fingið í føroyska heilsuverkinum. Hetta er við til at betra um dygdina av viðgerð og rættarstøðuna hjá sjúklingunum.

Tú kanst millum annað kæra um:

  • Heilsufrøðiligt virksemi

  • Fyrisitingarligt virksemi

  • Tvingsil í sambandi við psykiatriska innlegging

  • Heilsufakligt virksemi hjá løggildum sálarfrøðingi

Allar kærur verða partur í eini samskipaðari og miðvísari vitanarinnsavnan, sum er ein fortreyt fyri framtíðar dygdarmenning í heilsuverkinum. Soleiðis lærir heilsuverkið av sínum mistøkum.

Kærur um heilsufakligt virksemi
Tú kann kæra um heilsufakligt virksemi hjá einstøkum heilsustarvsfólkum, um tú metir, at hetta ikki hevur verið nøktandi. Talan kann t.d. vera um ónøktandi sjúkugreining, ónøktandi viðgerð ella ónøktandi ráðgeving og vegleiðing.

Kærur av hesum slag verða latnar Styrelsen for Patientklager, sum leggur tær fyri Sundhedsvæsenets Disciplinærnævn til støðutakan.

Kærur um fyrisitingarligt virksemi
Tú kanst kæra um allar fyrisitingarligar avgerðir, sum heilsuverkið hevur tikið.

  • Kærur um avgerðir viðvíkjandi endurgjaldi fyri ferðing innanoyggja ella um avgerðir viðvíkjandi fylgjara til sjúkling, sum verður ávístur til viðgerðar uttanlands, verða latnar Føroya Kærustovni til støðutakan.
  • Kærur um avgerðir, sum viðvíkja umbøn um innlit í sjúklingajournalir verða viðgjørdar av Styrelsen for Patientklager.
  • Kærur um onnur fyrisitingarlig viðurskifti í heilsuverkinum verða viðgjørdar av viðkomandi sjúkrahúsi ella av Heilsumálaráðnum.

Kærur um tvingsil í sambandi við psykiatriska innlegging
Tú kanst kæra, um tú hevur verið úti fyri tvingsli í sambandi við psykiatriska innlegging. Talan kann t.d. vera um tvingsilsinnlegging, tvingsilsafturhald, tvingsilsviðgerð ella nýtslu av likamligum valdi.

Kærur av hesum slag verða latnar Føroya Kærustovni.

Um tú ert ósamd/ur við avgerðina hjá Føroya Kærustovni, kanst tú kæra avgerðina til Det Psykiatriske Ankenævn. Kæran skal sendast til Føroya Kærustovn, sum sendir hana víðari til Det Psykiatriske Ankenævn.

Kærur um heilsufakligt virksemi hjá løggildum sálarfrøðingi

Sálarfrøðilig viðgerð innan heilsuverkið er m.a. sálarfrøðiligar kanningar, viðgerð av sálarligum sjúkum og ráðgeving til persónar í kreppustøðum.

Tað heilsufakliga virksemi hjá løggildum sálarfrøðingum kann bæði fara fram á einum sjúkrahúsi og í hølunum hjá einum privatstarvandi løggildum sálarfrøðingi, tá virksemi fevnir um omanfyri nevnda. Heilsufakligt virksemi fevnir ikki bert um sjálvan viðgerðarpartin, men eisini um tær ítøkiligu skyldurnar, ið eru tengdar at viðgerðini sum t.d.  innheintan av samtykki, læknaváttanir, skjalføring og tagnarskylda.

Løggildir sálarfrøðingar, ið fremja heilsufakligt virksemi, eru at roknað sum heilsustarvsfólk sambært Sundhedsloven, og eru tí fevndir av hesi lóg.

Um tú ynskir at kæra um tað heilsufakliga virksemi hjá einum løggildum sálarfrøðingi, kanst tú seta teg í samband við Sundhedsvæsenets Disciplinærnævn umvegis Styrelsen for Patientklager.

Viðkomandi lógir á økinum

Lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (A. nr. 1248/2011)

Sundhedsloven (821/2018)

Sjúkrahúslógin (Ll. Nr. 64/2005)

Løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt (Ll. nr. 23/1998)

Lov om anvendelse af tvang i psykiatrien (A. nr. 185/2009)