09.04.2020 · Heilsumálaráðið

10. hvør føroyingur er nú kannaður

10. hvør føroyingur er nú kannaður

Nú er 10. hvør føroyingur kannaður fyri coronasmittuna. Sambært Hagstovu Føroya búgva í løtuni 52.199 fólk í Føroyum, og nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk, ber til at staðfesta, at í alt 5299 føroyingar eru kannaðir.

Tann fyrsta coronakanningin í Føroyum varð gjørd tann 28.februar, og síðani 3.mars hava verið kanningar gjørdar hvønn einasta dag. Tað hevur verið ymiskt, hvussu nógvar kanningar hava verið gjørdar hvønn dag. Tann 18. mars vóru gjørdar í alt 339 kanningar, og hetta er met higartil.

Hagtølini vísa eisini, at tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum lata seg kannað. Hyggi vit nærri eftir aldursbýtinum, so eru flestar kanningar gjørdar í aldursbólkinum 40 til 49 ár.

Øll hagtølini kunnu lesast á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum og á corona.fo