02.04.2020 · Heilsumálaráðið

177 føroyingar fingið staðfest smittuna

177 føroyingar fingið staðfest smittuna

Tað eru nú í alt 177 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4512 kanningarúrslit.

Sostatt eru fýra persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Heilsumálaráðið tann 2. apríl 2020 klokkan 07.35