23.03.2020 · Heilsumálaráðið

23 føroyingar frískir – og ein innlagdur

23 føroyingar frískir – og ein innlagdur

Í morgun eru tað nú í alt 23 føroyingar, ið eru staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest corona-smittuna.

Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.

Tann fyrsti føroyingurin er nú innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 23. mars 2020 klokkan 07.45