24.03.2020 · Heilsumálaráðið

33 føroyingar frískir – tvey innløgd

33 føroyingar frískir – tvey innløgd

Í morgun eru tað nú í alt 33 føroyingar, ið eru staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest corona-smittuna. Tað er bara ein vika síðani, at tann fyrsti føroyingurin varð staðfestur frískur.

Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.

Tveir føroyingar eru innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 24. mars 2020 klokkan 07.30