01.09.2020 · Heilsumálaráðið

97.762 kanningar og eingin nýggjur tilburður

97.762 kanningar og eingin nýggjur tilburður

Eingin smitta varð staðfest í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 97.762 kanningar.

411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 374 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 37 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.

Kanningarúrslit dagførd skjótast gjørligt

Í morgin verður farið aftur til einans at dagføra kanningarúrslit, tá hesi eru tøk frá Landslæknanum. Tølini verða dagførd á hagtalssíðuni hjá Heilsumálaráðnum og á forsíðuni á www.corona.fo.

Samstundis verður hildið uppat við at senda daglig tíðindaskriv.

Kanningarúrslit verða framvegis kunngjørd skjótast gjørligt, sum hesi eru tøk.

Heilsumálaráðið 1. september 2020 kl. 11.17