30.01.2023 · Heilsumálaráðið

Á vitjan í Klaksvík

Á vitjan í Klaksvík

Fríggjadagin í síðstu viku var Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum og vitjaði í Klaksvík. Landsstýriskvinnan vitjaði Heilsutrygd, Læknamiðstøðina við Sandin og Klaksvíkar Sjúkrahús.

Fyrst var landsstýriskvinnan á vitjan hjá Heilsutrygd, har Egil á Bø, stjóri, tók ímóti. Eftir eina gjøgnumgongd av virkseminum hjá Heilsutrygd, varð farið at vitja í Læknamiðstøðini við Sandin.

Á Læknamiðstøðini fekk landsstýriskvinnan høvi at heilsa uppá og prátað við starvsfólkið. Millum annað umrøddu tey avbjóðingar og møguleikar við kommunulæknaskipanini og talgildu heilsuskipanini.

Eftir vitjanina á Heilsutrygd og Læknamiðstøðini, varð farið niðan á Klaksvíkar Sjúkrahús, har Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri, og Súsanna Olsen, varastjóri, heilsaðu landsstýriskvinnuni vælkomnari.

Víst varð runt á sjúkrahúsinum, har landsstýriskvinnan heilsaði uppá starvsfólk á ymiskum deildum á sjúkrahúsinum.

Landsstýriskvinnan fegnast um vitjanirnar í Klaksvík, har hon fekk møguleika at hitta og práta við fleiri av starvsfólkunum, sum dagliga arbeiða á stovnunum.