26.04.2018 · Heilsumálaráðið

Ættleiðingarlógin samtykt

Ættleiðingarlógin samtykt

Løgtingið samtykti týsdagin nýggju Ættleiðingarlógina við stórum meiriluta. Lógin kemur í gildið, tá familjurættarliga økið verður yvirtikið á ólavsøku.

Samtykta lógin tryggjar rættindini hjá teimum 15 familjunum, ið longu er góðkend sum ættleiðarar og bíða eftir at fáa barn í uppskoti. Samstundis koma tey, ið frameftir ynskja at ættleiða, í eina dygdargóða og roynda ættleiðingaskipan.

Í nýggju lógini um ættleiðing verða krøv sett um luttøku á ættleiðingarfyrireikandi skeiði til tess at tryggja, at ættleiddu børnini koma til so vælfyrireikaðar familjur, sum til ber. Hetta er ein broyting, sum eitt nú Ættleiðingarfelagið hevur spurt eftir og ein skipan, sum longu er galdandi í grannalondum okkara. Tað verður Gigni, sum fer at hava uppgávuna at skipa fyri hesum skeiðum.

Sambært lógini skal Gigni bjóða ættleiðingarforeldrum eina obligatoriska ráðgeving beint áðrenn og beint aftan á sjálva heimtøkuna av barninum, umframt at ættleiðingarforeldur fáa í boðið eitt tilskilað tímatal av ráðgeving, meðan ættleidda barnið veksur til og fram til tað er 18 ár.

Samlivandi kunnu ættleiða
Frameftir fáa samlivandi møguleika at ættleiða saman, hóast tey ikki eru hjún. Tað avgerandi í mun til barnið má vera, at talan er um eitt støðugt parlag. Hetta støðufestið verður í fyrstu atløgu tryggjað við kravinum um, at samlivandi í minsta lagi hava livað í hálvt triðja fyri at verða góðkend at ættleiða.

Samstundis verður nú sett sum krav, at samlivandi, ið liva saman í einum støðugum hjúnabandslíknandi parlagi, skulu ættleiða saman. Kravið er grundað á atlitið til barnið, at tryggja eitt støðugt familjulív við tveimum foreldrum.

Tað merkir, at samlivandi fara ikki at kunna ættleiða hvør sær, júst sum hjún ikki kunnu ættleiða hvør sær. Í dag kunnu samlivandi ættleiða sum støk.

“Nýggja ættleiðingarlógin er eitt frambrot á fleiri mótum. Fremsta endamálið við broytingunum er at tryggja barnsins besta og tí eru rættindi og krøv um til dømis holla ráðgeving til ættleiðingarforeldur”, sigur landsstýriskvinnan Sirið Stenberg í viðmerking og leggur aftrat:

“Tað er eingin loyna at eitt ávíst orðaskifti hevur verið um ættleiðingarlógina og eftir mínum tykki hava fleiri misskiljingar gruggað kjakið. Eitt nú uppáhaldið um, at tað var nýggja lógin sum gevur samkyndum møguleika at ættleiða. Hjún av sama kyni kunnu longu nú - sambært galdandi lóggávu - ættleiða saman. Somuleiðis hava støk longu í dag rættin at ættleiða.