Týdagin 11. august vórðu 2454 kanningar framdar. Millum hesar vórðu 14 tilburðir staðfestir. Mikudagin 12. august vórðu 2599 kanningar gjørdar, og í alt vórðu 12 tilburðir staðfestir.
2162 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Tríggir tilburðir eru staðfestir millum tær 1094 kanningarnar, sum eru greinaðar. Enn mangla 1068 kanningar at verða greinaðar. Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit fyri kanningardagin eru tøk.
Øll tey, sum fáa staðfest smittuna, verða uppringd.
Heilsumálaráðið tann 14. august kl. 14.05
Kanningarúrslit seinastu dagarnar
| Dato fyri kanningar | Kanningar hendan dagin | Positivar hendan dagin | Bíða eftir úrsliti |
| 03.08.20 | 717 | 2 | |
| 04.08.20 | 948 | 14 | |
| 05.08.20 | 2286 | 38 | |
| 06.08.20 | 2804 | 16 | |
| 07.08.20 | 4521 | 11 | |
| 08.08.20 | 3462 | 7 | |
| 09.08.20 | 2269 | 10 | |
| 10.08.20 | 3542 | 13 | |
| 11.08.20 | 2454 | 14 | |
| 12.08.20 | 2599 | 12 | |
| 13.08.20 | 2162 | 3 | 1068 |
Fyri nágreinað hagtøl, trýst her.