14.08.2020 · Heilsumálaráðið

Allar kanningar frá 11. og 12. august liðugt greinaðar

Allar kanningar frá 11. og 12. august liðugt greinaðar

Týdagin 11. august vórðu 2454 kanningar framdar. Millum hesar vórðu 14 tilburðir staðfestir. Mikudagin 12. august vórðu 2599 kanningar gjørdar, og í alt vórðu 12 tilburðir staðfestir. 

2162 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Tríggir tilburðir eru staðfestir millum tær 1094 kanningarnar, sum eru greinaðar. Enn mangla 1068 kanningar at verða greinaðar. Heitt verður á øll um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit fyri kanningardagin eru tøk. 

Øll tey, sum fáa staðfest smittuna, verða uppringd. 

Heilsumálaráðið tann 14. august kl. 14.05

Kanningarúrslit seinastu dagarnar
Dato fyri kanningar Kanningar hendan dagin Positivar hendan dagin Bíða eftir úrsliti
03.08.20 717 2  
04.08.20 948 14  
05.08.20 2286 38  
06.08.20 2804 16  
07.08.20 4521 11  
08.08.20 3462 7  
09.08.20 2269 10  
10.08.20 3542 13  
11.08.20 2454 14  
12.08.20 2599 12  
13.08.20 2162 3 1068

Fyri nágreinað hagtøl, trýst her.