06.08.2020 · Heilsumálaráðið

Allar kanningar ikki greinaðar enn

Allar kanningar ikki greinaðar enn

Í gjár vóru sera nógvar kanningar gjørdar á sjúkrahúsunum, og tí eru allar kanningar ikki liðugt greinaðar enn. Á sjúkrahúsunum vórðu framdar um 900 kanningar, og umleið 300 av hesum kanningunum verða greinaðar í løtuni. Landslæknin skal síðani ringja til teirra, sum møguliga hava fingið staðfest smittuna.

Øll úrslit verða kunngjørd skjótast møguligt.

Heilsumálaráðið tann 6. august kl. 12.33

Dagført kl. 17.25