03.02.2021 · Heilsumálaráðið

Annað prikið framskundað

Annað prikið framskundað

Sendingin av koppingarevni, sum kemur til landið í kvøld, verður fyri tað mesta brúkt til endurkoppseting, tí óvissa er um veitingarnar næstu tíðina. Koppsetingarkalendarin er dagførdur samsvarandi. Koppsetingarbólkinum harmast um, at fólk, ið annars stóðu fyri at fáa fyrsta prikið, nú mugu bíða eitt sindur afturat.

Enn ein kassi við vaksinu frá Pfizer/BioNTech kemur til landið í kvøld, men hesaferð verður meginparturin av skamtunum – umleið 1.300 í tali, um væl vil við – brúktur til annað prikið hjá teimum, sum longu eru koppsett einaferð.

Ætlanin var annars at brúka hesa sendingina til nýggjar koppsetingar. Men koppsetingarbókurin, ið varðar av koppsetingarætlanini, gjørdi á fundi í gjár av at broyta ætlanina og í staðin fara undir endurkoppsetingarnar.

Orsøkin er vaksandi óvissa um veitingarnar av vaksinu næstu tíðina.

Eftir eru umleið 100 fólk í bólkunum 3 og 4 í koppsetingarætlanini og koppsetingarkunngerðini at fáa fyrstu koppsetingina. Tað eru sjúklingar, sum eru í viðgerð og sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir og avvarðandi. Hesi verða koppsett nú.

Tey, ið eftir ætlan skuldu hava fyrstu koppsetingina nú, eru í bólki 5 í koppsetingarætlanini og koppsetingarkunngerðini. Tað eru fólk, sum hava fylt 65 ár og sum fáa røkt og hjálp heima. Hesi mugu tó bíða eitt sindur.

Í koppsetingarbólkinum harmast tey um, at hesi nú mugu brynja seg við toli eina tíð afturat, men stigið er neyðugt at taka fyri at tryggja, at annað prikið ikki kemur ov seint, og koppsetingin tískil møguliga ikki fær fullan virknað.

Tíðin fyri næsta prikinum nærkast nevniliga hjá teimum, sum stóðu fyrst fyri at vera koppsett. Koppsetingarbólkinum heldur tí, at tað er ov váðiligt at bíða longur, tá tað er so óvist, nær næstu sendingarnar av koppingarevni kunnu væntast.

Í Danmark, haðani vaksinan til Føroya kemur, hava tey longu tikið fyrilit fyri hesum og eru farin undir annað koppsetingarumfar. Danska Sundhedsstyrelsen mælir nú eisini til, at fólk verða endurkoppsett tríggjar vikur eftir fyrstu koppsetingina. Tað er eisini tað, sum Pfizer/BioNTech sjálvt mælir til, men kortini hava tilmælini frá heilsumyndugleikunum í bæði Danmark og Føroyum síðani ársskiftið verið seks vikur. Hetta fyri skjótt at fáa koppsett og vart so nógv fólk í vandabólkum, sum til ber.

Tó at tað illa ber til at siga nakað við vissu, verður enn væntað, at trupulleikarnir við óvissu um veitingarnar fara at verða loystir, sum veturin fer at halla. Alsamt fleiri vaksinur verða nevniliga góðkendar og koma á marknaðin, og veitingarnar av teimum, sum longu eru har, væntast at gerast meira støðugar.

Í sambandi við broyttu koppsetingarætlanina er koppsetingarkalendarin, sum eisini er at finna her á heimasíðuni, dagførdur.

COVID-19 koppsetingarbólkurin