05.12.2017 · Heilsumálaráðið

Antibiotikapolitikkur fyri heilsuøkið í Føroyum

Antibiotikapolitikkur fyri heilsuøkið í Føroyum

Arbeiðsbólkurin, sum skal gera ein antibiotikapolitikk fyri tað føroyska heilsuøkið er farin til verka.

Mikudagin, hin 29. november bjóðaði landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg arbeiðsbólkinum vælkomin á teirra fyrsta arbeiðsfund.

Landsstýriskvinnan hevur sett hesi at manna arbeiðsbólkin:

  • Djóni Sandberg Joensen, kommunulækni, formaður í bólkinum
  • Shahin Gaini, serlækni, Landssjukrahúsið
  • Hans Petur Nielsen, serlækni, Suðuroya sjúkrahús
  • Lena Lamba, smittuverji, Landssjukrahúsið
  • Súsanna Kass Kristiansen, farmaseutur, Apoteksverkið
  • Ingrid Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur/kliniskur samskipari, Klaksvíkar sjúkrahús
  • Irena Nolsø, fulltrúi, Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Kristianna Larsen á Lofti, leiðslufulltrúi, samskipari fyri verkætlanina, Heilsu- og innlendismálaráðið

Ávaringar eru komnar bæði frá okkara egnu serfrøðingum og eisini uttaneftir um, at vandin er stórur fyri antibiotikamótstøðuføri á heilivági, sum í dag verður ordineraður. Landsstýriskvinnan hevur tí gjørt av at fáa gjørt ein antibiotikapolitikk, sum skal fevna um bæði sjúkrahúsini og primera geiran. Á henda hátt at fáa alt heilsuverkið inn undir ein og sama antibiotikapolitikk.

Í viðmerking sigur Sirið Stenberg, landstýriskvinna:

“Eg fegnist um, at okkara fremstu fakfólk hava tikið sæti í arbeiðsbólkinum, sum skal gera ein antibiotikapolitikk fyri heilsuøkið í Føroyum. At hesi, sum dagliga arbeiða við sjúklingum, sum hava antibiotika fyri neyðini, vita hvat talan er um, og hvat vandin kann verða, um antibiotika ein dagin ikki virkar til endamálið.

Mótstøðuføri er ein stór avbjóðing fyri okkum og ikki minst fyri tey heilsustarvsfólk, sum hava ábyrgd av, at sjúklingar fáa bestu viðgerð. At fáa ein samskipaðan politikk fyri økið, verður ein tryggleiki og ein vinningur bæði fyri tey, sum starvast innan økið eins væl og fyri  sjúklingarnar og fyri alt samfelagið”.

Longu í dag er samstarv innan infektión og yvirveking av smittandi sjúkum, hetta í sambandi við at fáa knýtt Føroyar at einum felags infektiónssamstarvi. Eitt nú var stór áhugaverd altjóða antibiotikaráðstevna í Føroyum í august, sum Shahin Gaini, serlækni og granskari stóð fyri.

So sigast kann, at arbeiðið hevur longu verið í gongd í eina tíð, men antibiotikapolitikkur fyri heilsuøkið í Føroyum, sum landsstýriskvinnan nú hevur sett á skinnaran, hevur manglað.