Heilsumálaráðið   >   Faroese Edition   >   Kunning   >   Tíðindi   >   Apotek í Vágum
26.03.2024 · Heilsumálaráðið

Apotek í Vágum

Apotek í Vágum

Avgerð er tikin um at lata apotek upp í Vágum. Í hesum sambandi skipa Apoteksverkið og Landsverk fyri einum útboði, har lýst verður eftir møguligum leigumáli til apotekseindina í Vágoynni.

Apotekini hjá Apoteksverkinum hava til uppgávu at flyta inn, flýggja út, upplýsa um og hava á goymslu, heilivág til borgaran. At skipa fleiri apotekseindir betrar um atkomu og tænastustøði fyri borgarar.

Nærri kunning fæst um útboðið her: LEIGUMÁL TIL APOTEKSVERKIÐ

Freistin er 30. apríl 2024 kl. 14.