18.03.2022 · Heilsumálaráðið

Apotekið er á Vanganum

Apotekið er á Vanganum

Nú ber til hjá øllum at fylgja við heimanífrá ella á snildtelefonini, hvønn reseptheilivág tey eiga liggjandi á apotekinum. Apoteksverkið er nú, sum tann fyrsti tænastuveitarin í heilsuverkinum, á Vanganum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum gleðist um, at tað nú er lættari hjá fólki at halda skil á sínum heilivági.

Í gjár 17. mars bleiv Apoteksverkið partur av Vanganum, so nú ber til hjá fólki at fara talgilt á apotekið at síggja, hvat ein eigur liggjandi av reseptheilivági.

Tey, sum brúka tænastuna Skamtan hjá Apoteksverkinum, kunnu eisini síggja yvirlit yvir heilvágin, ið verður pakkaður til tey har.

Til ber at síggja yvirlit yvir sín egna heilivág og hjá børnunum, um tey eru undir 15 ár.

Umframt atgongd til nevndu yvirlit, ber til hjá fólki at síggja, hvønn heilivág tey hava fingið útflýggjað tey seinastu tvey árini. Tey, sum fáa tilskot til heilivág, kunnu eisini síggja, hvussu stóran part tey sjálv hava goldið, og hvussu stórt tilskotið var.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum gleðist um, at Apoteksverkið, sum tann fyrsti tænastuveitarin í heilsuverkinum, er farið á Vangan.

Hetta fer at gera tað nógv lættari hjá fólki at hava skil á reseptum og heilivági frá apotekinum. Eisini er hetta fyrsta stig á leiðini til fleiri talgildar heilsutænastur í Føroyum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Vangin er brúkaraportalurin, har støðugt fleiri talgildar tænastur, bæði almennar og privatar, verða savnaðar. Vangin fæst bæði sum app til snildtelefon ella teldil, og kann eisini takast niður á telduni.