20.08.2020 · Heilsumálaráðið

Avtalur um koronakanningar fram til 31. oktober

Avtalur um koronakanningar fram til 31. oktober

Epidemikommissiónin hevur álagt øllum, sum koma til Føroya fram til og við 31. oktober 2020, at lata seg kanna fyri COVID-19 av einum lækna ella einum, sum arbeiðir eftir delegatión frá lækna. Boðini verða fylgd soleiðis, at øll, sum koma til Føroya í tíðarskeiðnum, verða kannað við innferð. Løgtingið hevur játtað pening til endamálið.

Heilsumálaráðið og Spf. Thetis hava í hesum sambandi undirskrivað sáttmála um, at Thetis skal gera hesar korona-kanningar í Føroyum. Hetta eftir delegatión frá Pál Weihe, yvirlækna, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Endamálið við hesum sáttmála er at leggja karmarnar um samstarvið millum partarnar um at gera korona-kanningar í Føroyum í sambandi við, at øll ferðandi til Føroya skulu kannast fyri COVID-19 við innferð til Føroya við flogfari og skipi, herundir við komu til Føroya við ferðamannaskipi ella stuttleikabáti, fram til og við 31. oktober 2020.

Heilsumálaráðið hevur somuleiðis undirskrivað sáttmála við Smyril Line um at gera COVID-19 kanningar av ferðafólki, ið ferðast við Norrønu til Føroya fram til og við 31. oktober 2020.

Epidemikommissiónin mælir eisini staðiliga til, at ferðafólk lata seg kanna 6. dagin, eftir at tey eru komin. Henda kanning er ókeypis á kanningarstøðunum hjá sjúkrahúsverkinum.

Samstarvssáttmáli millum Heilsumálaráðið og Thetis

Samstarvssáttmáli millum Heilsumálaráðið og Smyril Line