09.11.2021 · Heilsumálaráðið

Besta verja er enn koppseting

Besta verja er enn koppseting

Vandin fyri at fólk gerast álvarsliga sjúk av COVID-19 er fleiri ferðir størri hjá ókoppsettum samanborið við koppsett. Tey ókoppsettu eru miðdepil fyri smittuútbreiðsluni í COVID-19-útbrotinum, sum nú ger um seg á okkara leiðum.

Nú herjar aftur eitt ógvusligt útbrot av COVID-19 í Føroyum, og í løtuni er ivasamt, um tamarhald er á støðuni.

Men í koppsetingarbólkinum er hinvegin ongin ivi um, hvat mest effektiva vápnið í stríðnum ímóti ófrættakendu umfarsóttini er: Tað er enn koppseting.

Hóast 90 prosent av øllum fólkinum eldri enn 12 ár nú hava fingið fyrra prikið og stívliga 85 prosent eisini hava fingið annað prikið, so eru tað tey lutfalsliga fáu ókoppsettu, sum enn eru stóri trupulleikin, leggur Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, dent á.

Tað eru tey ókoppsettu, sum eru miðdepilin fyri smittuútbreiðsluni. Tað vísa kanningar í londunum rundan um okkum, og vit hava onga grund at halda, at støðan í so máta er øðrvísi í Føroyum. Eisini eru tey ókoppsettu í fleiri ferðir so stórum vanda sum koppset fyri at gerast so sjúk av COVID-19, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús. So tey ókoppsettu seta ikki bara seg sjálv í óneyðuga stóran vanda, men eru eisini í nógv størri mun enn onnur við til at leggja trýst á alt heilsuverkið.
Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum

Nógv koppsett fólk verða eisini smittað, og hóast tey fyri tað mesta eru so væl vard, at tey ikki gerast álvarsliga sjúk, so er virknaðurin av koppingarevnunum hjá teimum fyrstu, ið blivu koppsett, farin at vikna. Ímillum tey fyrstu, sum blivu koppsett, teljast eisini tey, ið ringast tola sjúkuna – tað eru heilsuveik fólk og eldri fólk.

Tí mælir koppsetingarbólkurin eisini staðiliga til, at tey, sum hava fingið tilboð um triðju koppsetingina, skunda sær at taka av.

Tá so nógv bera smittuna, sum talan er um nú, er vandin eisini størri fyri, at fólk í vandabólkum verða smittað, hóast tey eru koppsett. Tí hevur tað so stóran týdning, at tey fáa ta eyka verjuna, sum triðja prikið gevur – í fyrsta lagi fyri at verja tey sjálv, men eisini fyri at minka um vandan fyri nógvum innleggingum og harvið øktum trýsti á sjúkrahúsini.
Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum

Tey, ið higartil hava fingið tilboð um triðju koppsetingina, eru fólk eldri enn 65 ár, fólk yngri enn 65 ár, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, verða tey smittað við COVID-19, fólk við veikari immunverju ella sum taka heilivág, ið ger immunverjuna veikari, og starvsfólk á heilsu-, almanna- og eldraøkinum.

Ein fortreyt fyri at fáa triðja prikið er tó, at tað í minsta lagi skulu vera gingnir seks og ein hálvur mánaði síðan annað prikið.

COVID-19 Koppsetingarbólkurin