28.02.2020 · Heilsumálaráðið

Betri rættindi til endurgjald og at kæra viðgerðir

Betri rættindi til endurgjald og at kæra viðgerðir

Síðani Kaj Leo Holm Johannesen varð settur sum landsstýrismaður í heilsumálum, hevur hann havt eitt ynski um at dagføra heilsulóggávuna, sum í stóran mun er danskt málsøki.

Í januar 2012 varð við kongligari fyriskipan sett í gildi fyri Føroyar ”Lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet”. Síðan lógin kom í gildi í Føroyum, hevur danska Fólkatingið samtykt 16 broytingarlógir. Tíðin er sostatt komin til at dagføra verandi lóg í Føroyum, soleiðis at føroyingar hava somu rættindi til endurgjald og at kæra viðgerðir í føroyska heilsuverkinum, sum danskarar hava í Danmark.

Eftir drúgt samskifti við danskar myndugleikar er nú klárt at leggja ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af love om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet” fyri Løgtingið.

Av broytingum kunnu m.a. nevnast:

  • At doyggja børn í sambandi við skaða, sum er fevndur av lógini, áðrenn tey eru fylt 18 ár ella eru deyðfødd eftir 22. viðgonguviku, hava foreldur rætt til endurgjald á 162.000 kr.
  • Endurgjald móttikið í góðari trúgv, kunnu ikki krevjast afturgoldin, um avgerðin í einum máli broytist í sambandi við kæruviðgerð.
  • Heilsumyndugleikin fær álagt at fráboða Styrelsen for Patientsikkerhed, um myndugleikin í ein ávísan mun hevur verið endurgjaldsskyldugur eftir lógini.