13.03.2020 · Heilsumálaráðið

Corona: Ein føroyingur er smittaður afturat

Corona: Ein føroyingur er smittaður afturat

Seint í gjárkvøldið bar til at staðfesta, at enn ein føroyingur hevur fingið covid-19 smittuna. 

Talan er um ein persón, sum hevur verið í Danmark. Viðkomandi fleyg til Føroya mánadagin. Smittaði persónurin hevur tað gott og er í løtuni avbyrgdur heima við hús.

Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaði føroyingurin hevur verið í samband við. Kanningin fer at avgera, hvørjir aðrir persónar skulu avbyrgjast.

Tað vórðu gjørdar 24 kanningar í gjár, og tann eina var positiv.

Í løtuni eru í alt tríggir føroyingar smittaðir.

Heilsumálaráðið tann 13.mars 2020 klokkan 07.30