06.03.2020 · Heilsumálaráðið

Corona: Ein nýggjur tilburður staðfestur

Corona: Ein nýggjur tilburður staðfestur

Seint í gjárkvøldið kundi staðfestast, at enn ein føroyingur hevur fingið covid-19 smittuna – eisini rópt corona virus.

Talan er um ein persón, sum hevur verið í Norðuritalia. Smittaði persónurin er í løtuni avbyrgdur heima við hús.

Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaði føroyingurin hevur verið í samband við. Kanningin fer at avgera, hvørjir aðrir persónar skulu avbyrgjast.

Heilsumálaráðið