06.03.2020 · Heilsumálaráðið

Corona: Heilsustarvsfólk og starvsfólk í eldrarøktini í vandaøkjum skulu verða heima við hús

Corona: Heilsustarvsfólk og starvsfólk í eldrarøktini í vandaøkjum skulu verða heima við hús

Landsstýrismaðurin í heilsumálum avgjørdi mikudagin 4. mars 2020 at fylgja avgerðini hjá epidemikommisjónini um, at øll heilsustarvsfólk og starvsfólk í eldrarøktini, sum hava verið í økjunum, ið verða bólkað sum vandaøki, skulu verða heima við hús í 14 dagar eftir, at tey eru komin heim. Hetta kemst av, at tað eru fyrst og fremst eldri borgarar og sjúk fólk, sum verða rakt meint, um tey verða smittað av corona virus.

Sí hvørji vandaøkini eru her

Sí tilráðingarnar hjá danska heilsustýrinum her