26.07.2019 · Heilsumálaráðið

Dreingir hava nú eisini tilboð um ókeypis koppseting móti HPV

Dreingir hava nú eisini tilboð um ókeypis koppseting móti HPV

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur sett í verk kunngerð, ið víðkar heimildina at fáa ókeypis HPV koppseting til eisini at fevna um dreingir í aldrinum 12-17 ár.

Kanningar vísa, at HPV-koppsetingin hevur við sær fleiri fyrimunir fyri heilsuna hjá dreingjum, t.v.s. vera við til at fyribyrgja ávísum sløgum av krabbameini og sjúkum.

Sí kunngerðina her.