16.05.2020 · Heilsumálaráðið

Eingin føroyingur er staðfestur smittaður í løtuni

Eingin føroyingur er staðfestur smittaður í løtuni

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 8.837 kanningar.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.

Í gjár vórðu 58 kanningar gjørdar. Leggjast kann afturat, at eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.567 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið 16. mai 2020 kl. 13.59