12.05.2020 · Heilsumálaráðið

Eingin føroyingur staðfestur smittaður við COVID-19

Eingin føroyingur staðfestur smittaður við COVID-19

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronusmittuni. Teir í alt 187 føroyingarnir, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, eru allir staðfestir frískir. Hetta byggir á í alt 8.554 kanningar.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.284 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 12. maj 2020 kl 10.40