31.08.2020 · Heilsumálaráðið

Eingin koronasmitta um vikuskiftið

Eingin koronasmitta um vikuskiftið

Eingin smitta varð staðfest um vikuskiftið. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 95.279 kanningar.

411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 374 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 37 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.

Heilsumálaráðið tann 31. august 2020 kl. 10.51