25.04.2020 · Heilsumálaráðið

Eingin nýggjur persónur fingið staðfest smittuna

Eingin nýggjur persónur fingið staðfest smittuna

Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6548 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 25. apríl 2020 klokkan 08.25