27.08.2020 · Heilsumálaráðið

Eingin nýggjur smittutilburður

Eingin nýggjur smittutilburður

Eingin smitta varð staðfest í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 90.706 kanningar.

Hetta er sætti dagur á rað, at eingin smitta er staðfest innanlands. 916 kanningar vórðu gjørdar kring landið í gjár.

411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 358 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 53 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.

Heilsumálaráðið tann 27. august 2020 kl. 11:42