22.04.2020 · Heilsumálaráðið

Eingin nýggjur tilburður staðfestur seinasta samdøgrið

Eingin nýggjur tilburður staðfestur seinasta samdøgrið

Tað eru framvegis í alt 185 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6270 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin nýggjur tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 22. apríl 2020 klokkan 07.10