08.04.2020 · Heilsumálaráðið

Eingin staðfestur smittaður seinasta samdøgrið

Eingin staðfestur smittaður seinasta samdøgrið

Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5153 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 131 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Ein persónur eru innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 8. apríl 2020 klokkan 07.20