24.03.2021 · Heilsumálaráðið

Eisini hetlendingar vilja læra um føroyska koronupolitikkin

Eisini hetlendingar vilja læra um føroyska koronupolitikkin

Síðst í februar hevði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, kunning fyri Føroyanevndini í bretska tjóðartinginum, har hann greiddi frá, hvussu føroyingar hava handfarið koronukreppuna – og nú hava hetlendingar víst sama áhuga. Landsstýrismaðurin hevði tí mánadagin kunningarfund við Shetland Island Council.

Eisini Hetland hevur klárað seg væl í stríðnum móti koronu við bert níggju deyðum av koronu, sum tó skal samanberast við fólkatalið á slakar 23.000 íbúgvar. Hetland, ið hevur minni sjálvsavgerðarrætt enn Føroyar, fylgir skotska koronupolitikkinum.

Landsstýrismaðurin greiddi frá, hvussu vit hava nýtt kanningar, smittusporing og avbyrging, sum vegna eitt gott samstarv millum tað almenna og tað privata hevur eydnast sera væl. Kaj Leo Holm Johannesen greiddi víðari frá, at ein umskipan av útgerð, sum er ætlað til laksakanningar, gjørdi tað møguligt at hópkanna í Føroyum. Hetta hevur hepnast so mikið væl, at flestu føroyingar í stóran mun kundu venda aftur til ein vanligan gerandisdag.

Landsstýrismaðurin vísti á, at vit í Føroyum hildu fast um at hava álit á borgarunum, og tí fyri tað mesta bygdu politikkin á tilmæli heldur enn lógarásetingar. Hann nevndi, at sosialt kontroll eisini hevur spælt ein leiklut. Hetlendingar søgdu frá, at soleiðis er eisini har.

Landsstýrismaðurin er væl nøgdur við fundin og fegnast um, at fleiri lond eru áhugað í at læra av okkara royndum og soleiðis at samstarva landanna millum.