19.10.2021 · Heilsumálaráðið

Eisini viðgerðartrygd í barna- og ungdómspsykiatriini

Eisini viðgerðartrygd í barna- og ungdómspsykiatriini

Viðgerðartrygd er ein av hornasteinunum í heilsupolitikkinum hjá samgonguni, og tað liggur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, nógv á hjarta, at hetta ikki minst er galdandi fyri okkara børn og ungu, sum onkursvegna hava tørv á heilsufakligari hjálp – eitt nú í barna- og ungdómspsykiatriini.

Í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum setti spurning um bíðitíðina í Løgtinginum, sigur landsstýrismaðurin millum annað, at tað hevur ávirkað virksemið á barna- og ungdómspsykiatrisku deildini nógv, at tað er so trupult at fáa barnapsykiatarar í starv. Tískil hevur eitt av trimum serlæknastørvum á deildini verið ósett síðan juli í ár.

"Sálarligt menningartarn ella innlæringstrupulleikar eru dømi um avbjóðingar, sum við fyrimuni kunnu loftast beinleiðis á stovnunum við stuðli frá Sernámi. Tey røttu námsfrøðiligu átøkini høvdu ofta kunnað bøtt um trupulleikarnar, soleiðis at børnini ongantíð høvdu havt fyri neyðini at enda í barna- og ungdómspsykiatriini. Vantrivnaður í familjuni og umsorganartrot eru dømi um avbjóðingar, sum við fyrimuni kundu verið handfarnar av barnaverndunum, ið tá mugu seta umfatandi familjurættað átøk í verk. Eisini her kunnu røtt átøk til rætta tíð fyribyrgja og stuðla soleiðis, at hesi mál heldur ikki nýtast at enda í psykiatriini”, skrivar Barna- og Ungdómspsykiatriin millum annað til landsstýrismannin í heilsumálum.

Umframt stovns- og myndugleikasamstarv vísir landsstýrismaðurin á stóra týdningin, sum familjurnar sjálvar hava, tá tað snýr seg um at staðfesta sálartrupulleikar hjá børnum og ungum og leita sær hjálp í góðari tíð.

Enn eru trupulleikar við sálarheilsu í ov stóran mun eitt tabu hjá nógvum, og tí kann tað vera ein avbjóðing hjá summum foreldrum at síggja og viðurkenna, at eins egnu børn hava slíkar trupulleikar, ella at kanska øll familjan onkursvegna ikki virkar, sum hon skal, og at tey tí hava tørv á hjálp. Her mugu vit bara blíva við at endurtaka, at ongin eigur at skamma seg yvir slíkar trupulleikar, ið kunnu raka øll, ung sum gomul, rík sum fátæk, og at tað altíð ber til at fáa hjálp.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Landsstýrismaðurin hevur áður alment lagt dent á, at skipað samstarv ímillum øll tilboðini til børn og ung og ímillum allar myndugleikapartar, sum hava við børn og ung at gera, tað veri seg landsmyndugleikar og kommunalar myndugleikar, sum kunnu fyribyrgja, at avbjóðingarnar hjá hesum børnum og ungu gerast ov stórir.

Tað er sjálvandi í fyrsta lagi fyri at verja sálarheilsuna hjá okkara børnum og ungu, men harafturat vil fyribyrging og góð og røtt hjálp í góðari tíð gera, at trýstið á heilsuverkið og barna- og ungdómspsykiatriina, verður tað minni. Tað hevur jú stóran týdning, tá hesin parturin av heilsuverkinum frammanundan er so sperdur.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Í samskifti við landsstýrismannin tekur leiðslan í Barna- og ungdómspsykiatriini í sjúkrahúsverkinum fult og heilt undir við hesum sjónarmiði.

Landsstýrismaðurin hevur kallað sjúkrahúsleiðsluna og umboð fyri barna- og ungdómspsykiatriina á fund, at umrøða bíðitíðirnar, og hvussu tey, sum standa á bíðilistanum til barna- og ungdómspsykiatriina, kunnu fáa ta hjálp og viðgerð teimum tørvar skjótast gjørligt.