07.01.2021 · Heilsumálaráðið

Eldri og heilsuveik næst í røðini

Eldri og heilsuveik næst í røðini

Nú gongur tað tvær ferðir so skjótt at koppseta fyri koronu, sum tað upprunaliga var roknað við, og tí verður farið undir at koppseta eldri og heilsuveik fólk longu í næstu viku. Fyrsta sendingin av koronuvaksinu fór til koppseting av heilsu- og røktarstarvsfólki, sum eru í størst smittuvanda, og tískil verða tey, sum hesi starvsfólkini eru um, eisini vard

Koppsetingarætlanin er nú broytt soleiðis, at tað ikki longur er neyðugt eisini at goyma ein skamt til næsta koppsetingarumfar, so hvørt sum føroyingar verða koppsettir fyri koronu.

Tað merkir, at tað nú gongur meira enn tvær ferðir so skjótt at koppseta í Føroyum, enn tað upprunaliga var roknað við.

Tí verður farið undir at koppseta eldri og heilsuveik fólk longu í næstu viku, tá næsti kassin av Tozinameran-vaksinuni hjá Pfizer/BioNTech kemur til landið. Nærri kunning um hvussu fólk fáa boð um koppsetingina, kemur í næstu viku.

Byrjað var við koppseting av heilsu- og røktarstarvsfólki í fremstu røð – tey í størst smittuvanda – samsvarandi koppsetingarætlanini hjá vaksinubólkinum. Og í heilsuverkinum eru tey ivaleys um, at hetta hevur verið ein skynsamur og rættur leistur.

Hugsanin aftanfyri hesa raðfestingina er, at við at koppseta heilsustarvsfólk í fremstu røð fyrst, verður ein ringur lagdur um tey veikastu fólkini, sum tískil eisini verða betur vard, til tey sjálv kunnu koppsetast. Og tað er hesin parturin av koppsetingarætlanini – stig 2 – sum nú kann byrja longu í næstu viku.

Pfizer/BioNTech mælir til, at koppsett verður aftur tríggjar vikur eftir fyrstu koppsetingina við teirra vaksinu. Og av tí at tað í fyrstani valdaði óvissa um, hvussu støðug veitingin fór at verða, varð lagt upp fyri hesum við at goyma ein skamt til næsta umfar, hvørja ferð koppsett var.

Men nú hevur landsapotekarin fingið vissu fyri, at vaksina altíð verður tøk til næsta koppsetingarumfar, og tí er ikki longur neyðugt at goyma skamtar til tað endamálið.

Harafturat hevur tað víst seg at vera væl meira í vaksinugløsunum enn tað, sum Pfizer/BioNTech hevði upplýst. Hetta merkir, at tað í hvørjum kassa er nóg mikið av vaksinu til gott 1.200 fólk og ikki 975, sum upplýst var.

Ætlanin fyri koppsetingini í stig 2 sær soleiðis út:

  1. Fólk á ellis- og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði.
  2. Fólk í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, verða tey smittað við koronu. Hetta kunnu vera fólk, ið hava aðrar álvarsligar sjúkur, ið verða viðgjørdar á sjúkrahúsi. Sjúklingarnir verða valdir út í samráð við teir sjúkrahúslæknar, sum hava ábyrgdina av viðgerðini. Eisini fer at standa avvarðandi, sum hesir sjúklingar eru serliga bundnir at, í boði at verða koppsett.
  3. Fólk, ið hava fylt 65 ár, ið fáa persónliga røkt og hjálp við tí praktiska.
  4. Fólk, ið hava fylt 85 ár.
  5. Starvsfólk í útvaldum pørtum av almenna geiranum, sum eru í serligum vanda fyri at verða smittað, ella sum hava serliga ábyrgd.