19.09.2020 · Heilsumálaráðið

Enn ein nýggjur tilburður

Enn ein nýggjur tilburður

Ein nýggjur tilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 114.435 kanningar.

Talan er um ein persón, sum er smittaður í Føroyum, og smittuketan er ókend. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Tilsamans hava 431 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 412 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 19 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 19. september 2020 kl. 13:23