04.09.2020 · Heilsumálaráðið

Enn ein tilburður á flogvøllinum

Enn ein tilburður á flogvøllinum

Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 101.208 kanninga

Aftur í gjár varð ein tilburður staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið. Talan er um ein persón við bústaði uttanlands. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Tilsamans hava 413 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 379 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 34 persónar smittaðir í løtuni. 29 av hesum eru russiskir sjómenn, sum ikki hava verið á landi í Føroyum.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.  

Heilsumálaráðið tann 4. september kl. 11:15