26.01.2018 · Heilsumálaráðið

Etiska ráðið havt fyrsta fund

Etiska ráðið havt fyrsta fund

Fyrrapartin mikudagin hittust limirnir í Etiska ráðnum á fyrsta sinni. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna beyð vælkomin og fegnaðist um, at ráðið nú av álvara fer til verka. Sirið bar eisini fram eina heilsan til nýggja ráðið:

“Etiska ráðið er eftir mínum tykki sera kærkomið. Tað er mín vón, at føroyska siðvenjan um politiskt at parkera etiskar spurningar nú er ein farin tíð. Tað hevur ikki verið uttan avbjóðingar at fáa Etiska ráðið samtykt, men tess størri stríð, tess søtari sigur.

Tað er eingin loyna, at granskingin og nýggir viðgerðarhættir seta okkum í etiskar tvístøður. Hesar tvístøður skulu vit nú kjakast um á einum dyggum grundarlagi. Etiska ráðið skal ikki siga okkum, hvat er rætt og skeivt, men fara hinvegin at lýsa málini úr ymiskum sjónarhornum og búgva okkum onnur til víðari kjak og støðutakan.”

Síðani helt Etiska ráðið sín fyrsta ráðsfund. Ráðið fer at brúka ta fyrstu tíðina at seta seg nærri inn í ymiskar spurningar, sum hava við sær etiskar tvístøður. Eisini skal ráðið seta ein skrivara.

Í Etiska ráðnum sita Hildur við Høgadalsá, sum er forkvinna, Steintóra Samuelsen, Jógvan D. Hansen, Richard Schwartson, Sólbjørg Frederiksberg, Jákup H. Foldbo, Leif Olsen, Debes H. Christiansen og Marjun Bæk.

Um Etiska ráðið

Endamálið við Etiska ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, sum knýta seg til nýtsluna av bio- og ílegutøkni, sum hava ávirkan á lívið hjá menniskjum.

Ráðið kann harumframt fremja og styrkja kjak um aðrar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar, sum knýta seg til heilsufakliga virksemið á heilsu-, almanna- og kommunaløkjunum.

Etiska ráðið hevur skyldu at fylgja menningini á tí bio- og ílegutøkniska økinum og hevur til uppgávu at ráðgeva í etiskum spurningum viðvíkjandi gransking í og nýtslu av bio- og ílegutøkni.