19.11.2018 · Heilsumálaráðið

Etiska ráðið: LEIDD OG EYGLEIDD

Etiska ráðið: LEIDD OG EYGLEIDD

- er yvirskriftin á fyrsta almenna tiltakinum hjá Etiska ráðnum. Tiltakið er skipað sum kjakfundur og lýsir hvørjar etiskar spurningar talgilding í heilsuverkinum kann hava. Hvar gongur markið millum at vera leidd og eygleidd ? Ynskja vit at ávirka hvar markið gongur? Skulu vit sjálvi siga frá ? ella taka onnur ábyrgd okkara vegna ?

Hesir eru høvuðsspurningarnir, sum verða umrøddir á kjakfundi í Reinsarínum mikukvøldið 28. november kl. 19.00.

Fundurin er skipaður so, at fyrst verða fleiri upplegg. Hesi eru um:

  • hvussu Talgildu Føroyar hevur hugsað um menniskjaliga aspektið, við at flyta seg til talgildar loysnir
  • hvørjar upplýsingar, tað almenna, og herundir heilsuverkið, kann skráseta um hvønn einstakan og hvussu upplýsingarnar verða vardar.
  • hvørjir tankar sjúklingar og avvarðandi hava um tær upplýsingar, sum heilsuverkið hevur um tey
  • hvussu vit tryggja okkum, at upplýsingarnar verða nýttar  rætt og ikki misnýttar og
  • um talgilding lýst úr einum etiskum sjónarhorni.

Tey sum hava upplegg og luttaka í panelorðaskiftinum eru: Nicolai M. Balle, Talgildu Føroyar, Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, Sigrun Mohr, umboðar borgaran, Eilev Sivertsen, KT grannskoðari og Jógvan D. Hansen, lærari í heimsspeki.

“Vit eru mitt í einari talgildari menning, sum gongur við rúkandi ferð, har m.a. okkara heilsuupplýsingar verða skrásettar, sum ongantíð fyrr. Tí er umráðandi at steðga á, og spyrja, hvussu hetta ávirkar okkum sum menniskju. Hvørjar fyrimunir hevur talgilding, hvørjar eru avleiðingarnar fyri okkara sjálvsavgerðarrætt og hvussu kunnu vit kenna okkum trygg ?” sigur Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum, sum sær fram til eitt áhugavert orðaskifti.

Tað verður Óluva Zachariasen, journalistur, sum fer at leiða kjakfundin, sum eisini verður teknmálstulkaður. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
 
Búmerki og heimasíða
Etiska ráðið hevur fingið búmerki, sum ímyndar 3 rundingar, sum eru settir saman til eitt livandi skap, sum  hvílir í sær sjálvum. Rundingarnir eru sambundnir og kunnu mala og førka seg í mun til hvønn annan og ein kann spyrja: Hvar byrjar tann eini og hvar endar hin?

Búmerkið vekir ávíst forvitni og umhugsni og talið 3 gongur aftur í rundingunum eins og í lívsins rútmu, sum við búmerkinum verður lýst á henda hátt:  
Byrjan – miðja – endi.  Skapan – lív – deyði.  Fortíð – nútíð – framtíð.
 
Etiska ráðið viðger evnir, har tað sum oftast ikki eru eintýtt svar og har evnir kunnu síggjast úr ymsum sjónarhornum. Soleiðis ímyndar búmerkið arbeiðið hjá Etiska ráðnum.   
 
Heimasíðan, sum er andlitið úteftir, er virkin og so hvørt sum Etiska ráðið viðger og umrøður almennar etiskar spurningar og evnir, verður tilfarið lagt á heimasíðuna.